Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 93

MAGNETIR
91
U-magnet.
Ymisk amboð verða gjørd úr stáli. Tey
eru tí løtt at magneta. Tað kann vera
hent, at t.d. eitt skrúvublað er
magnetiskt. Tá ber til at hava eina
jarnskrúvu hangandi á blaðnum, har
sum illa slepst til.
Í
alnico-
magnetum, sum eru serliga sterkar mag-
netir, eru – umframt jarn – eisini grundevnini alu-
minium, nikkul og cobalt. Eitt sindur av kopari er
eisini í teimum.
Tær sterku magnetirnar, sum til ber at gera nú á
døgum, verða brúktar til mong endamál.
Fara knappanálir ella teknistiftir á gólvið av ó-
vart, ber til at taka tær upp aftur við magnet. Ein
sterk U-magnet, sí mynd, við pólunum somu-
megin, er hent í slíkum føri.
Skáp kunnu hava magnetlás, magnetiskir haldar-
ar fáast til ymisk amboð úr jarni, ein lítil magnet
situr á køliskápshurðini at halda keypsseðlinum
o.s.fr.
Hava við mist onkran jarnlut, og vit sleppa illa at
honum, kunnu vit kanska brúka eina magnet. Tú
kanst t.d. royna at fáa eitt klips upp úr einari
fløsku við vatni, so magnetin kemur ikki í sam-
band við vatnið!
Lummalyktir við magnet eru at fáa. Tær verða
settar fastar á lutir úr metali.
Í 1983 eydnaðist Philips í USA at gera eina mag-
netlegu, sum kann halda einum aksli føstum, so
at beinleiðis samband er ikki ímillum aksil og
legu. Soleiðis slepst undan sliti, og neyðugt er
heldur ikki at smyrja.
1...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100,101,102,103,...222
Powered by FlippingBook