Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 98

MAGNETIR
96
Felagsroynd. Ein magnet, sum kann
snara allar vegir
Ein sterk magnetstong verður spent føst í eitt stativ,
sí mynd. Vit nærkast magnetstongini við roynd-
armagnetini og síggja, at lítla magnetin verður
standandi í somu støðu, hóast vit við royndar-
magnetini á sama plássi snara skaftinum ymsar
vegir.
Flyta vit royndarmagnetina til onnur pláss sam-
mett við magnetstongina, síggja vit, at royndar-
magnetin á hvørjum plássi hevur eina fasta støðu
í rúmdini.
Tá ið ein lítil royndarmagnet, sum í hesum føri,
soleiðis verður ávirkað av einari magnetiskari
kraft, siga vit, at vit hava eitt magnetiskt felt. Norð-
pólurin á royndarmagnetini vísir kósina á mag-
netfeltinum, og snarandi kraftin sigur okkum,
hvussu sterkt magnetfeltið er. Er kraftin, sum snar-
ar royndarmagnetina í ávísa støðu, veik, er feltið
veikt. Er snarandi kraftin sterk, siga vit, at feltið
er sterkt.
Tá ið vit nærkast pólunum á magnetstongini,
merkist, at her er feltið sterkt. Við norðpólin hevur
feltið kós burtur frá pólinum. Við suðurpólin hev-
ur feltið kós inn ímóti pólinum.
Um miðjuna á magnetstongini merkist væl, at felt-
ið er nógv veikari, og at feltið her er javnfjart við
magnetstongina sjálva.
Jørðfeltið, t.e. magnetfeltið um Jørð-
ina, hevur kós, sum var ein magnet-
stong inni í miðdeplinum í Jørðini, við
suðurpólinum peikandi norðureftir.
Henda magnetin skuldi staðið nøkur
stig frá jarðarásini, t.e. ásini, sum Jørðin
melur um. Jarðarásin gongur ígjøgnum
miðdepilin í Jørðini og ígjøgnum geograf-
isku pólarnar á Jørðini. Har, sum linjan
ígjøgnum hugsaðu magnetstongina inni í Jørðini
rakar jarðarskorpuna, eru magnetisku pólarnir.
Feltið um eina magnetstong verður
kannað við einari lítlari royndarmagnet,
sum kann snara frítt.
Geografiski
Suðurpólurin
Magnetiski
Suðurpólurin
Magnetiski
Norðpólurin
Geografiski
Norðpólurin
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...222
Powered by FlippingBook