Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 91

MAGNETIR
89
At enda skulu vit brúka vendistreym at avmag-
neta ein magnetaðan seym. Spakuliga draga vit
magnetaða seymin ígjøgnum ein spola, sum vendi-
streymur gongur ígjøgnum, sí mynd niðanfyri.
Eftir hetta dregur seymurin ikki klips at sær, og
hann stoytir hvørgan pólin á magnetnálini frá sær.
Vendistreymur kann avmagneta seymin, tí at spol-
in við vendistreyminum fær seymin at skifta um
pólar alla tíðina. Tá ið so seymurin spakuliga
verður drigin úr spolanum, verður ávirkanin á hann
minni og minni og hvørvur so heilt burtur. Tí verð-
ur seymurin avmagnetaður.
Magnetnálin vísir, at seymurin er
magnetaður.
Seymurin verður avmagnetaður
við vendistreymi.
1...,81,82,83,84,85,86,87,88,89,90 92,93,94,95,96,97,98,99,100,101,...222
Powered by FlippingBook