Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 84

UPPDAGINGAR OG UPPFINNINGAR
82
Drongurin á myndini kann halda
manninum á vippuni við einum
fingri; tað sigur reglan um vág-
stengur.
Frá uppdaging til uppfinning
Hugskotini til uppfinningar sínar fekk Arkimedes
av tí innliti, hann frammanundan hevði í stødd-
frøði og alisfrøði. Tá ið hann gjørdi kastitól og
spøl, brúkti hann tann kunnleika, sum hann
frammanundan hevði um vágstengur, blokkar og
taljur.
Drongurin
kann við einari
talju lyfta eina vekt,
sum hann annars ikki
orkar at fáa uppfrá. Honum
nýtist bara at toga í bandið við
einari kraft, sum er 1/4 av tyngdini á
posanum. Afturfyri skal hann toga bandið
4 ferðir so langt til sín, sum vektin fer upp.
1...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...222
Powered by FlippingBook