Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 89

MAGNETIR
87
At magneta
Vit hava tveir møguleikar, skulu vit magneta eina
jarnstong, t.e. gera hana magnetiska. Annaðhvørt
strúka vit stongina við einari sterkari magnet. Vit
strúka bara við øðrum pólinum og bara annan
vegin. Ella eisini vinda vit ein leidning fleiri ferðir
um stongina og senda javnstreym ígjøgnum leidn-
ingin.
Skulu vit avmagneta stongina aftur, skulu vit bara
draga hana ígjøgnum ein spola, sum vendistreym-
ur gongur ígjøgnum.
Felagsroynd. At magneta ein jarnseym
Í hesi royndini skulu vit magneta ein seym bæði
við at strúka eina magnet eftir honum og við javn-
streymi.
Vit strúka fyrst eina sterka magnet fleiri ferðir eftir
seyminum, sum myndin vísir. Vit brúka norðpólin
og strúka bara annan vegin.
At seymurin nú virkar sum ein magnet, verður á-
víst við at lata hann draga klips til sín. Ein mag-
netnál vísir, at norðpólurin er við seymhøvdið.
Her verður
norðpólur.
Her verður
suðurpólur.
Eg magneti hesa
jarnstongina.
Hvat gert tú?
Síðani strúka vit sama veg eftir seyminum, men
hesaferð brúka vit suðurpólin á magnetini. Tá
sæst, at magnetisku pólarnir á seyminum hava
býtt um pláss.
At enda strúka vit seymin aftur við suðurpólin-
um, men nú strúka vit hin vegin. Aftur skifta
pólarnir um pláss.
Vit kunnu orða úrslitið av royndini soleiðis:
Tá ið vit strúka eina jarnstong við
einum magnetpóli, fær stongin
øvugtan pól, har sum vit lyfta
magnetina av stongini.
1...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...222
Powered by FlippingBook