Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 96

MAGNETIR
94
Streymstyrki og vindingar
Í arbeiðsbókini er ein venjing, har tú við roynd
skalt kanna eftir, hvussu vit kunnu gera elektro-
magnetir sterkar.
Tá ið tú hevur gjørt venjingina, veitst tú, at styrk-
in er heft bæði at streymstyrkini og vindingatal-
inum. Størri streymstyrkin er, og fleiri vindingar-
nar eru, sterkari verður elektromagnetin.
Tú hevur eisini sæð, at eru dupult so nógvar vind-
ingar, nýtist okkum bara at brúka hálva streym-
styrki at geva elektromagnetini somu styrki. Mynd-
in niðanfyri kann vera ein hjálp at skilja, hví so er.
Í tveimum granna-vindingum
ganga til samans 2 A.
Hugsa tær at vindingarnar
vórðu lagdar saman tvær og
tvær í eina vinding.
Í hvørjari dupultvinding høvdu tá
gingið 2A. Afturfyri hevði spolin
tá bara 3 og ikki 6 vindingar.
1...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...222
Powered by FlippingBook