Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 103

MAGNETIR
101
Vit brúka jarnspønir at kanna
fyrimyndina við smámagnetum.
Felagsroynd. Fyrimyndin við smámag-
netum lýst við roynd
Vit lata jarnspønir í eitt royndarglas. Vit hugsa
okkum, at spønirnir eru smámagnetirnar í einari
ómagnetaðari jarnstong.
Royndarglasið við spónunum hevur ongar mag-
netiskar pólar, tí tað dregur hvørki magnetnálina
til sín ella stoytir hana frá sær.
So strúka vit nakrar ferðir eftir glasinum við einari
magnet. Tá verða spønirnir magnetaðir og skipa
seg í long røð í glasinum sum smámagnetirnar í
fyrimyndini.
Nú ber til at ávísa, at royndarglasið við jarnspón-
unum hevur fingið bæði norðpól og suðurpól. Tað
sæst á magnetnálini.
Verður glasið rist, hvørva pólarnir aftur, tí tá hava
vit órógvað skipanina, so at »smámagnetirnar«
aftur eru óskipaðar.
1...,93,94,95,96,97,98,99,100,101,102 104,105,106,107,108,109,110,111,112,113,...222
Powered by FlippingBook