Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 100

MAGNETIR
98
Kumpassin
Longu 100 ár fyri okkara tíðarrokning brúktu tey
í Kina magnetismu í kumpassum. Tey høvdu varn-
ast, at magnetjarnsteinur, sum kundi snara frítt,
vísti norður-suður kós, og tí kundi verða brúktur
til at finna veg í stóra kinesiska ríkinum. Um ár
1200 verða kumpassir brúktar til sigling á Mið-
jarðarhavi, og tær verða fyrstu ferð umtalaðar í
skrivaðum norðurlendskum keldum um ár 1225.
Við kumpassini ber til at vita kósina sammett við
magnetisku pólarnar. Men norður á kumpassini
er ikki tað sama sum kósin til geografiska norð-
pólin. Munurin verður nevndur misvísing, og hana
mást tú vita, skalt tú navigera við kumpass. Í
1982 varð misvísingin í Føroyum máld at vera
–11,9°. Men misvísingin broytist eisini, sum tíð-
in gongur, og hon er eisini ymisk frá staði til stað.
Í Føroyum eru máldir munir í misvísingini heilt
upp í 3,5° yvir stutt strekki.
Hvussu finnur flytifuglur leið
Í Nólsoy er nógvur drunnhvíti. Hetta er lítil svart-
ur fuglur við hvítum drunni. Nakað sum stari til
støddar. Um veturin heldur hann til í Suðurafrika.
Hvussu man drunnhvíti og annar flytifuglur finna
leið yvir hav? Munnu teir hava innbygda kum-
pass?
Ein írskur drunnhvíti varð fluttur til Amerika og
sleptur har. 6 dagar seinni var hann aftur í holu
síni í Írlandi.
Royndir hava verið gjørdar við brævdúgvum.
Nakrar fingu smáar magnetir festar á bakið, og
nakrar fingu eitt ómagnetiskt messingpetti í somu
stødd á bakið. Royndirnar vístu, at tá ið klárt var
í veðrinum, funnu allar dúgvurnar vegin heim, men
tá ið mjørki var, funnu dúgvurnar við magnetum á
bakinum ikki til hús.
Vit kunnu av hesum ætla, at fuglurin navigerar
bæði eftir sólini og magnetfeltinum. Í mjørka er
jørðfeltið álitið, og orsøkin, at dúgvurnar við mag-
netunum villast, man vera, at smáu magnetirnar
órógva veika jørðfeltið so nógv, at fuglurin verður
ørkymlaður.
Seinni hava granskarar funnið eitt lítið stað, til
støddar sum knappanálshøvd, í heilanum á dúgv-
um. Nógvar nervar ganga til hetta staðið, sum
verður ávirkað av magnetum. Kanska er hetta
innbygda kumpassin hjá fuglinum!
Skipskumpass. Ein skiva, nevnd
kumpassrósa, sum vísir ættirnar, er
fest niður á magnetnálina.
Gæs seta kós yvir hav.
1...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...222
Powered by FlippingBook