Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 108

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
106
Nú verður spolin við jarnkjarna settur, har sum
streymurin vendir, og tvær magnetstengur verða
settar beint út fyri jarnkjarnan, sum myndin niðan-
fyri vísir.
N stoytir N frá.
S stoytir S frá.
Spolin melur
við sólini.
N togar í S.
S togar í N.
Spolin melur
við sólini.
N togar í S.
S togar í N.
Spolin melur
við sólini.
Her skifta pól-
arnir í jarnkjarn-
anum um pláss.
N stoytir N frá.
S stoytir S frá.
Spolin melur
við sólini.
Magnetir
Felagsroynd. Grundrelgan í el-motorum
Vit gera uppstillingina á myndini niðanfyri. Spol-
in verður settur í eina serliga legu, sum hevur tvey
bananstikk, sum passa í spolan. Soleiðis verður
elektriskt samband ímillum spolan og tvey bogað
plátupetti (lamellurnar A og B). Lamellurnar eru
isoleraðar hvør frá aðrari. Streymurin gongur til
spolan og frá spolanum ígjøgnum tvær blaðfjaðr-
ar. Á myndini fer streymurin inn í B og út í A.
Verður spolin snaraður eitt hálvt umfar í leguni,
býta A og B um pláss, og streymurin gongur tá
øvugtan veg í spolanum. Lamellur og blaðfjaðrar
virka saman sum ein
streymvendari.
Við magnetnál ávísa vit, hvussu pólarnir í spol-
anum verða, og vit síggja, at teir býta um pláss
hvørt hálva umfar hjá spolanum.
Fjøður
Pólstong
A
B
Verður streymurin settur til, melur spolin sjálvur.
Venda vit streyminum, melur spolin øvugtan veg.
Á niðaru myndini ber til at skilja, hvussu henda
fyrimyndin av einum el-motori virkar.
Niðanfyri er spolin teknaður í fimm ymiskum
støðum. Norðpólar nevna vit N og suðurpólar S.
Við fingraregluni kunnu vit kanna, at jarnkjarnin
fær pólarnar, sum myndin vísir. Verður streym-
urin vendur, býta pólarnir í jarnkjarnanum um
pláss, og motorurin melur øvugtan veg.
1...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...222
Powered by FlippingBook