Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 118

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
116
So seta vit eina mótstøðu og eitt milli-amperu-
metur (fult útslag er 2 mA) inn í basisgreinina.
Mótstøðan er 10 k
(10 000
), sí mynd.
Nú sæst, at ein ógvuliga lítil streymur (um leið
0,5 mA) gongur inn í basisgreinina. Samstundis
lýsir peran, og hitt amperumetrið vísir, at streym-
styrkin í collectorgreinini er um leið 50 mA.
Nú er transistorurin frá (on) og vit síggja, at ein lítil
basisstreymur fær hann at senda ein nógv størri
streym ígjøgnum collectorgreinina. Streymstyrk-
in í collector-emitter greinini er um 100 ferðir so
stór sum streymstyrkin í basisgreinini.
Royndin vísir, at transistorurin virkar sum ein
streymstyrkjari. Ein lítil basisstreymur skapar ein
nógv størri collector-emitter streym. Og ein lítil
broyting í basisstreyminum hevur eina størri
streymbroyting við sær í collector-emittergreinini.
Broyta vit basismótstøðuna til 50 k
, verður basis-
streymurin so lítil (0,1 mA), at transistorurin letur
ikki heilt upp. Peran lýsir ikki so bjart, og streym-
styrkin er minkað niður í um leið 30 mA. Við
basismótstøðuni 100 k
, verður basisstreymurin
so lítil (0,05 mA), at bara um leið 17 mA fara
ígjøgnum peruna, sum í mesta lagi gløðir eitt
sindur.
1...,108,109,110,111,112,113,114,115,116,117 119,120,121,122,123,124,125,126,127,128,...222
Powered by FlippingBook