Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 122

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
120
Tá ið komið var inn í 80'árini var sjónvarp í hvørj-
um húsi, og seinni í hesum 10-ára skeiði komu
eisini tær fyrstu heimateldurnar.
Á vári 1988 varð fartelefonstøð sett upp á telegraf-
støðini í Havn.
Nú vit skriva 2003 – og hundrað ár skjótt eru far-
in, síðan Ólavur á Heygum fekk í lag telefonsam-
band ímillum Vestmanna og Havnina – gongur
hvørt skúlabarn við egnari fartelefon, so sigast má,
at menningin hevur verið stór. Serliga hesi sein-
astu hálvthundrað árini hevur tøkniliga menning-
in tikið dik á seg, sí annars yvirlitið.
Seinasta bygdarborðið, sum var í
nýtslu, stóð úti í Mykinesi.
Mikrobylgjuantenna á Hálsi oman fyri
Klaksvík. Um hesa antennu og ein spegil
á Kalsoynni fáa felagarnir í Kunoyarbygd
telefonsamband.
1...,112,113,114,115,116,117,118,119,120,121 123,124,125,126,127,128,129,130,131,132,...222
Powered by FlippingBook