Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 125

ELEKTROMAGNETISMA OG LJÓ‹
123
Hvat man vera í hesum
gamla hátalaranum?
Ljóð
Vit hava nevnt, at tá ið lutir verða settir at sveiggja,
hoyra vit ljóð. Ein stórur hátalari kann fáa luftina
at sveiggja so hart, at vit tola tað ikki. Mong hava
fingið hoyrnarskaða av hørðum ljóði, t.d. á rokk-
konsertum.
Hvussu virkar ein hátalari
Skrúva vit ein gamlan hátalara sundur, síggja vit,
at hann er gjørdur úr einari sterkari magnet og ein-
um løttum spola á papprøri, sum er fest í eina
papptrakt.
Nakrar smáar royndir kunnu siga okkum, hvussu
hesir partar virka í hátalaranum.
Felagsroynd. Leiðari í magnetfelti
Vit stilla upp sum á myndini. Tveir metalstokkar
eru settir í hvør sína pólstong. Tvørtur um stokk-
arnar liggur ein rund metalstong. Stokkar og stong
eru pussað væl við stálull, so tey hava leiðandi
samband.
Tá ið streymur verður sendur ígjøgnum ringrás-
ina, rullar stongin inn í u-magnetina. Verður
streymurin vendur, rullar stongin øvugtan veg.
Tvørstongin verður ávirkað av einari magnetiskari
kraft, tá ið streymur gongur í henni. Tí rullar hon.
Verður streymurin vendur, skiftir magnetiska kraft-
in kós, og stongin rullar øvugtan veg.
Royndin
vísir kraftina, sum
virkar á ein streymberandi
leiðara í magnetfelti.
Ein gamal hátalari verður
skrúvaður sundur.
1...,115,116,117,118,119,120,121,122,123,124 126,127,128,129,130,131,132,133,134,135,...222
Powered by FlippingBook