Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 135

VIT KYNDA ELD
133
Blanding við knústum kaliumperman-
ganati og glycerini, sum tendrar sjálv.
Tá ið fest varð í eldførispinnar í
gomlum døgum, var ikki neyðugt at
strúka teir eftir svávulsíðu.
Felagsroynd. Vandamikil blanding, sum
tendrar sjálv
Vit taka upp í eina teskeið av kaliumpermanga-
nati og mala tað til pulvur. So stoyta vit pulvurið
í eina postalínsskál.
Pulvurið skúgva vit upp í eina fitta túgvu í skál-
ini. So seta vit skálina í stinkskáp ella fara útum
við henni.
Vit dryppa 10 dropar av glycerini (glyceroli) ovast
í pulvurtúgvuna.
Tá ið eini 10-20 sekund eru farin, fer tilgongdin
fram av sær sjálvari.
Á teimum fyrstu svávulpinnunum vórðu evnini
svávul og fosfor brúkt. Fosfor varð brúkt, so tað
skuldi vera lætt at festa í. Verður fosfor vermt eitt
sindur, fer tað at brenna. Tá veksur hitin so skjótt,
at eldur kemur í svávulið. Mest var av svávuli, tí
nevndu tey uppfinningina svávulpinnar.
Blandingin við fosfori og evnum við nógvum oxy-
geni var vandamikil. Tú kundi festa í hesar pinn-
arnar, við at strúka teir móti onkrum tilvildarlig-
um luti. Í eldri kovboyfilmum festa teir ofta í við
at strúka pinnarnar ímóti stivlasólanum. Hesir
svávulpinnarnir elvdu til nógvar eldsbrunar, og
teir hava verið bannaðir nú í meira enn 100 ár.
Svávulpinnarnir, sum nú verða brúktir, eru trygg-
ari. Fosfor er einki í teimum, og vit festa í teir við
at strúka teir eftir aðrari svávulsíðuni á svávul-
dósini. Á annan hátt er trupult at festa í teir.
1...,125,126,127,128,129,130,131,132,133,134 136,137,138,139,140,141,142,143,144,145,...222
Powered by FlippingBook