Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 140

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
138
Maður og kona við fýrstaðin.
Víkarbyrgi fyrst í 20. øld.
Eldur inni
Skjótt hevur eldstaðurin verið fluttur innandura. Í
fyrstuni hevur hann helst bara verið ein lægd í
gólvinum og grót uttanum. Elstaðurin hevur verið
miðdepilin í húsunum, og hann hevur verið á
miðjum gólvi. Hann vermdi húsini, og har varð
matgjørt.
Ein ávísur eldsvandi hevur verið av hesum, og
roykurin hevur verið nógvur. Kortini hevur hetta
verið bústaðarupphitingin í fornøld og alla mið-
øldina, ið hvussu er hjá vanligum fólki.
Í Føroyum vóru roykstovur vanligar til um leið
1850. Tær høvdu grúgvu ella eldstað, og í takinum
var ljóari, t.e. eitt hol, so at ljós kom niður í royk-
stovuna, og roykur fór eisini upp ígjøgnum ljóar-
an. Roykurin hevur verið nógvur inni, sum navn-
ið roykstova bendir á.
Bóndans stova
Tað er løgið at hugsa sær, at føroyingar, sum nú
eru so bundnir at stórum oljuinnflutningi úr út-
londum, fyri bara fáum mansaldrum síðani hildu
seg sjálvar við allari orku. Hús og fjós vóru áføst,
soleiðis fingu tey gagn úr kropshitanum av kría-
túrunum. Seinni høvdu tey kríatúr í kjallaranum.
Á fýrstaðnum brendu tey torv, og á lampurnar,
sum tey nevndu kolur, lótu tey lýsi. Skipini høvdu
bara seglini at líta á.
Kola
Støðumynd av føroyskum húsum.
1. Roykstova við beinkjum og koyggjuseingjum.
2. Fýrstaðurin.
3. Glasstova við tveimum koyggjum.
4. Bíleggarovnur ímillum roykstovu og glasstovu.
5. Fjós.
5
1
2 4 3
1...,130,131,132,133,134,135,136,137,138,139 141,142,143,144,145,146,147,148,149,150,...222
Powered by FlippingBook