Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 143

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
141
Myndin vísir, hvussu vatnið fer at
streyma í einum fýrkantaðum røri, tá ið
vit verma í niðara vinstra horni.
Miðstøðuhiti
Verður vatn vermt, fer tað at streyma. Vit nevna
slíkar streymar varmastreymar.
Felagsroynd. Varmastreymur í vatni
Vit stoyta vatn í eitt fýrkantað glasrør, sum víst á
myndini. Vermt verður við gassbrennara í øðrum
niðara horninum. Heita vatnið fer tá uppeftir, og
kalt vatn streymar til í neðra.
Tað er lættari at síggja vatnstreymin, lata vit nøk-
ur korn av kaliumpermanganati, sum er violett, í
vatnið.
Streymarnir, sum koma í vatnið í felagsroyndini,
standast av, at vatnið í vinstru grein víðkar seg út,
tá ið tað verður heitt. Av hesum verður tað lættari
og fer tí uppeftir. Kalda vatnið søkkur haraftur-
ímóti á botn. Soleiðis fer vatnið í rørinum at
streyma, sum myndin vísir.
Hetta varð brúkt í hitaskipanini í húsum. Fýrurin
stóð í kjallaranum og vermdi vatnið í einum stór-
um tanga – miðstøðuketlinum. Heita vatnið fór
so uppeftir í einari afturlatnari rørskipan til allar
radiatorarnar í húsunum.
Í seinni tíðum er ein pumpa sett í rørskipanina.
Pumpan pumpar vatnið runt í rørunum, so radiator-
arnir orna skjótari, tá ið vit skrúva frá.
Myndin á næstu síðu vísir eina slíka skipan. K er
ketilin við heita vatninum, sum verður pumpað
runt í radiatorarnar. Í ketlinum er ein lítil tangi (ella
varmaspiralur) H til heita vatnið, sum skal til heit-
vatnskranarnar í húsunum. H verður alla tíðina
hildin heitur av heita vatninum í K.
Pumpan P fær heita vatnið í ketlinum at streyma
í rørskipanini í teir radiatorarnar, sum standa frá.
Í radiatorunum kólnar vatnið eitt sindur og letur
tí varma frá sær til rúmið. Vatnið, sum nú er nakað
kaldari, streymar so aftur í botnin á ketlinum K.
Har verður tað vermt av nýggjum o.s.fr.
Miðstøðuketil.
1...,133,134,135,136,137,138,139,140,141,142 144,145,146,147,148,149,150,151,152,153,...222
Powered by FlippingBook