Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 153

VARMI OG ORKA
151
Orka er í øllum evnum
Heitt vatn er ein orkukelda, tí tað kann verma kalt
vatn. Men kalt vatn, sum t.d. er 10°C, er eisini ein
orkukelda, tí tað kann verma vatn, sum er kald-
ari, t.d. 2°C.
Tá ið eitt evni ornar, veksur varmaorkan í tí. Tá ið
eitt evni kólnar, minkar varmaorkan í tí. Varma-
orkan frá einum evni, sum kólnar, hvørvur tó ikki,
hon verður bara flutt til evnið, sum kølir.
Sjálvt í flótandi luft, sum er um –200°C, er varma-
orka. Er eitt evni heitari enn rættiliga nullmarkið,
sum er –273°C, hevur tað varmaorku í sær.
Í arbeiðsbókini verður greitt frá, hvussu
tú kanst »kóka« lodd úr ymsum evnum
at koyra í kalt vatn, at vita, hvussu stór
varmaorkan er í teimum.
Sjálvt í einari rósu, sum verður sett í
flótandi nitrogen (–196°C) er eitt sindur
av varmaorku. Tá ið rósan verður so
køld, verður hon broyskin og brotnar
eins og glas, tá ið sligið verður á hana.
Varmaorka goymd í ymsum evnum
Hugsa tær ein stein, sum sólin vermir ein góðan
summardag. Tá ið steinurin verður heitari, drekk-
ur hann varmaorku í seg, t.e., hann tekur varma-
orku til sín. Heitari steinurin verður, størri verður
varmaorkan, sum hann drekkur í seg. Og ein stór-
ur steinur úr sama tilfari, sum ornar líka nógv,
drekkur sjálvandi meiri orku í seg enn ein lítil
steinur.
Hugsa tær so tvey ymisk evni við somu nøgd, og
at hitin veksur líka nógv í báðum. Man varmaork-
an, sum lutirnir drekka í seg, so vera tann sama?
Svarið fært tú við royndunum í venjing 29 í
arbeiðsbókini.
Drekkur 1 kg av onkrum evni nógva varmaorku í
seg, tá ið vit verma tað 1 stig, siga vit, at evnið
hevur stóran
evnisvarma.
Blýggj roynist ikki væl at
goyma varma, messing nakað betur og aluminium
enn betur. Men vatn er í flokki fyri seg. Tað kann
goyma fleirfalt orkuna, sum fer í aluminium.
Stóri evnisvarmin í vatni ger, at tað liggur væl fyri
at goyma varmaorku í vatni. Tí brúka vit eisini vatn
at flyta varmaorkuna runt í radiatorarnar í hús-
unum.
1...,143,144,145,146,147,148,149,150,151,152 154,155,156,157,158,159,160,161,162,163,...222
Powered by FlippingBook