Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 162

VARANDI ORKUKELDUR
160
Tað er dampur, sum kemur upp
Har sum jarðvarmi verður brúktur, er ofta ikki
neyðugt at pumpa vatnið upp. Trýstið í jørðini er
so stórt, at vatnið verður trýst upp ígjøgnum bori-
holini. Á veg upp minkar trýstið – og kókimarkið
fellur – so mikið, at vatnið fer at kóka. Tí stendur
ein dampstrála úr rørinum.
Hesin dampurin kann eisini verða brúktur til at
gera el. Tá verður hann leiddur til eina damp-
turbinu, sum rekur ein generator, sum kann gera
íbúgvunum elektriskan streym.
Jarðvarmi
Hóast einki heitt vatn vellir upp úr jørðini, ber kort-
ini til at brúka jarðvarman. Allastaðni á Jørðini er
nógvur varmi goymdur í undirgrundini. Vanliga
rokna vit við, at hitin veksur eini 2-3 stig hvørjar
100 metrar, borað verður niður. Í 1980-81 vórðu
gjørdar tvær jarðfrøðiligar dýpdarboringar í Føroy-
um. Í Vestmanna máldu tey hitan at vera 27,4°C,
tá ið borurin var komin 540 m niður, og í Lopra
var hann 55,4°C á 1974 metra dýpi.
Í miðdeplinum er hitin í Jørðini um leið 7200°C.
Hesin jarðvarmin stavar frá geislavirknum evn-
um í Jørðini, og hann fer ikki at hvørva í bræði,
hóast Jørðin kólnar spakuliga.
At skilja, hvussu vit kunnu brúka henda varman,
mugu vit fyrst vita, hvussu eitt kuldaskáp virkar.
Geysir. Trýstið í undirgrundini blæsir heitt vatn og damp uppí loft.
1...,152,153,154,155,156,157,158,159,160,161 163,164,165,166,167,168,169,170,171,172,...222
Powered by FlippingBook