Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 172

VARANDI ORKUKELDUR
170
Hálmur
Tað er eisini sólarljósið, sum ger, at bøndur um
allan heim kunnu heysta avgrøðina ár um ár. Í
landbúnaðarlondum fáa tey nógvan hálm, sum
bøndurnir fyrr plagdu at brenna á bønum um
heystið. Seinni eru teir farnir at brenna hálmin í
serligum ovnum, so nytta fæst úr brenningini.
Summstaðni verður hálmurin savnaður at brenna
í stórum varmaverkum.
Orku-avgrøði
Nógvir granskarar halda, at vit eiga at dyrka orku-
avgrøði, t.e. plantur, sum vit kunnu brenna. Hesin
vøksturin skal kunna vaksa skjótt, og helst við
ongum tøðum. Pílatrø hava verið nevnd í hesum
sambandi. Tá ið trøini hava vaksið í 4 ár, verða
tey feld, og nýggj trø kunnu vaksa upp úr rót-
unum. Tað er umráðandi, at viðurin verður turk-
aður væl, áðrenn hann verður brendur. Er viðurin
vátur, fer ein stórur partur av orkuni til at gera
damp.
Einaferð fer orku-avgrøði kanska at
vera vanlig.
Træ kunnu vit meta sum eina varandi orkukeldu,
men bara um eins nógv trø verða plantað aftur.
Tá verður eisini koldioxidið, sum verður frígjørt
í brenningini, bundið aftur, tá ið nýggju trøini
vaksa. Tíverri verða í øllum heiminum nógv fleiri
trø feld enn gróðursett.
1...,162,163,164,165,166,167,168,169,170,171 173,174,175,176,177,178,179,180,181,182,...222
Powered by FlippingBook