Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 182

SPARI‹ ORKU
180
Væta á einum útveggi fangar dust í luftini, og
skjótt síggjast myrkir blettir á vegginum, har sum
bjálvingin ikki er góð. Tað nevna vit fukt.
Væta í húsum stavar t.d. frá matgerð ella baði-
rúmum, men eisini frá okkum sjálvum. Ígjøgnum
sveitta og andingarluft letur eitt vaksið fólk um
ein hálvan litur av vatni úr sær hvørt samdøgur.
Vætan skal veitast út úr húsunum. Tað gera vit við
at lufta út, og nógv hús hava sjálvvirkandi luft-
skifti. Ígjøgnum ventilar verður luft sogin út, og
nýggj luft sogin inn í húsini. At minka um orku-
missin við luftskifti fer luftin ígjøgnum ein varma-
vekslara, áðrenn hon fer út. Varmin verður brúktur
at verma frísku luftina, sum verður sogin inn.
Er ov nógv væta, trívast smáverur væl og kunnu
fara um øll húsini. Tá kunnu húsfólkini gerast
ovurviðkvom.
Vætan í inniluftini skal heldur ikki vera ov lítil.
Tá verða slímhinnurnar í nøs og munni ov turrar,
og vit anda lættari dust í okkum.
Tað er ein spurningur um hita, hvussu nógv væta
kann vera í inniluft. Tá ið luftin hevur so nógva
vætu í sær, sum hon kann hava, siga vit, at
vætu-
stigið er 100 %.
Vætustigið í luftini verður mált við einum
hygro-
metri.
Best trívast vit, tá ið vætustigið í luftini er 20-
60%. Øll kenna vit fyribrigdið statiskt-el, sum er
ring plága hjá summum. Statiskt-el er serliga í
turrari luft, tá ið vætustigið er lágt. Er vætustigið
hægri enn um leið 40%, hvørvur hesin trupul-
leikin.
Felagsroynd
Málið vætustigið í skúlastovuni við einum hygro-
metri, bæði tá ið tímin byrjar, og beint áðrenn hann
er liðugur.
Tit kunnu eisini leggja hygrometrið í ein plast-
posa, sum tit væta innan við vatni.
1...,172,173,174,175,176,177,178,179,180,181 183,184,185,186,187,188,189,190,191,192,...222
Powered by FlippingBook