Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 191

RØRSLA OG KRAFT
189
Dømi:
Hugsa tær ein málmann, sum sparkar málspark,
sí myndina.
Rørslan eftir x er jøvn rørsla, tí tá ið hann hevur
sparkað bóltin (í A), er einki, sum togar bóltin til
høgru. Ferðin eftir x er jøvn. Rørslan eftir y er
javnt accelererað rørsla. Tyngdin virkar á bóltin og
gevur honum eina javna acceleratión niðureftir.
Byrjanarferðin eftir y er uppeftir. Fyrst minkar
ferðin uppeftir. Í B er ferðin eftir y null. So fer
bólturin niðureftir. Ferðin eftir y veksur niðureftir
og er størst í C, har sum bólturin aftur kemur í
vøllin. (Vit hava her ikki roknað við luftmótstøðu,
og vit rokna heldur ikki við, at bólturin skrúvar).
Dømi:
Hugsa tær eina kúlu, sum rullar eftir sløttum
borði við javnari ferð. Vit seta ein hvítan blett á
kúluna og spyrja, hvussu bletturin flytur seg.
Samansett rørsla. Eftir x virkar eingin
acceleratión. Rørslan eftir x er jøvn
rørsla. Rørslan eftir y er javnt
accelererað rørsla. Einasta accelera-
tiónin, sum bólturin hevur, er niðureftir!
Sammett við miðdepilin á kúluni, ger
bletturin eina javna sirkulrørslu. Men
miðdepilin ger eina javna rørslu til
høgru. Rørslan, sum sæst á myndini, er
tí ein jøvn rørsla og ein jøvn sirkulrørsla
samansettar.
Dømi:
Hugsa tær ein lut, sum ger eina javna sirkulrørslu
í einum flata, sí myndina niðanfyri.
Henda rørslan í x-y flatanum er ein rørsla í tveim-
um dimensiónum.
Hugsa tær so, at henda rørslan verður sett saman
við einari javnari rørslu upp eftir z-ásini. Hvussu
verður tá samansetta rørslan?
Svarið sært tú á myndini niðanfyri. Luturin fer í
einari spiralskapaðari rørslu uppeftir. Hetta er ein
rørsla í trimum dimensiónum, t.e., vit skulu brúka
trý tøl, x, y og z at siga, hvar luturin er.
Vit hava nú sæð, hvussu einfaldar rørslur kunnu
verða settar saman til fløktari rørslur. Vit gera
ikki meira við rørslur her, men fara nú í stuttum
at viðgera upprunan at rørslum.
yndina niðanfyri.
Jøvn sirkulrørsla í flata og jøvn
rørsla eftir beinari linju settar
saman til eina spiralskapaða
rørslu í trimum dimensiónum.
1...,181,182,183,184,185,186,187,188,189,190 192,193,194,195,196,197,198,199,200,201,...222
Powered by FlippingBook