Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 192

RØRSLA OG KRAFT
190
1. lóg Newtons
Virkar eingin endalig kraft á ein lut,
liggur luturin annaðhvørt stillur ella
ger eina javna rørslu, t.e. fer eftir
beinari linju við javnari ferð.
2. lóg Newtons
Endaliga kraftin F
res
(res = resultant
= endalig), sum virkar á ein lut við
acceleratión a og nøgd m, er faldið
av nøgd og acceleratión, t.e.
3. lóg Newtons
Virkar ein lutur á annan lut við ávísari
kraft, virkar seinni luturin aftur á fyrra
lutin við javnstórari kraft, sum gongur
beint ímóti fyrru kraftini.
Jóladag í 1642, sama árið sum
Galilei doyði, varð ein annar
úrmælingur borin í heim í Ong-
landi. Tað var Isaac Newton.
Vísindaligu áhugamál hansara
vóru so mong, men her skulu vit
nevna tær tríggjar kraftlógirnar,
sum bera navn hansara.
Kraft og lógir Newtons
Frammanfyri hava vit umrøtt nakrar einfaldar
rørslur. Nú fara vit at spyrja um upprunan at
rørslum. Læran um kreftir (dynamikkur) er tann
parturin í alisfrøðini, sum snýr seg um kreftir,
hvussu tær virka á lutir, og hvussu lutir virka hvør
á annan.
Ein lutur kann ikki av sær sjálvum broyta ferð
ella rørslustøðu. Onkur ytri ávirkan má vera, og tað
kenna vit so væl. Tá ið vit trýsta, draga, sparka ella
sláa, hendir okkurt. Hjólið fer at mala, kavabólturin
fer á rull, steinurin fer á bólt o.s.fr.
Hesar sínámillum ávirkanir nevna alisfrøðingar
kreftir. Teir tala um tyngdarkraft, elektriska kraft,
fjøðurkraft, gníggikraft, magnetiska kraft, motor-
kraft o.s.fr. Krafthugtakið hevur alstóran týdning
í alisfrøðini, og við kraftlógunum, sum vit nevna
niðanfyri, ber til at skilja og greina nógv ymisk
náttúrufyribrigdi.
Í
Alisfrøði og evnafrøði 1
nevndu vit atdráttar-
kraftina, sum enski alisfrøðingurin Isaac Newton
(1642 - 1727) fyrstur staðfesti. Tað er henda kraft-
in, sum er uppruni at tyngdini, sum virkar á allar
lutir á Jørðini. Vit nevndu eisini kraftmálarar, og at
eindin fyri kraft er newton (N). Tyngdin á eitt 1 kg-
lodd í Føroyum er 9,82 N.
Newton grundaði nógv yvir sambandið ímillum
kraft og rørslu, og í 1687 setti hann upp tríggjar
lógir, sum bera hansara navn, sí høgrumegin.
Áðrenn vit nevna dømi, sum skulu lýsa lógirnar,
mugu vit gera okkum greitt, at kraft og accelera-
tión – eins og skjótleiki – hava bæði stødd og kós.
Kraft og acceleratión eiga tí at verða skrivaðar
við píli uppiyvir.
kraft: F
acceleratión: a
F
res
= m · a
1...,182,183,184,185,186,187,188,189,190,191 193,194,195,196,197,198,199,200,201,202,...222
Powered by FlippingBook