Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 202

SÓLIN,JØR‹IN OG MÁNIN
200
Myndin vísir, hvussu Mánin stundum er ljósur
og stundum myrkur. Í miðjuni er Jørðin teknað. Har
stendur tú og hyggur at Mánanum. Tú skalt snara
bókini, so tølini venda rætt. Tá sært tú á teimum ytru
myndunum, hvussu Mánin sær út á luftini.
Mánin
Mánin er tann himmalknøtturin, sum er næstur
Jørðini. Hann gongur um Jørðina í ellipsurørslu.
Frástøðan er 356 410 km, tá ið hann er næstur
Jørðini, og 406 680 km, tá ið hann er longst frá
Jørðini. Miðalfjarstøðan er um leið 384 000 km.
Rásin víkur um 5° frá sólbreytini. Mánalýsið er
sólarljós, sum Mánin kastar aftur á Jørðina.
Mánin hevur
kvartalaskifti
, t.e., lýsandi mána-
eygað skiftir støðugt skap, sum hann gongur um
Jørðina, sí myndina niðanfyri.
Í (1) eru Sól og Máni í samstøðu. Tey eru hægst
á luftini um somu tíð, t.e. um middagsleitið. Tá er
Mánin myrkur.
Sólkoma
ella
tendring
verður hetta
nevnt. Í (2) sæst hann sum ein naglur. Hann er
eystan fyri Sólina og sæst á vesturhimmalinum
um kvøldarnar. Í (3) er Mánin hálvur. Hann er tá
hægstur á luftini 6 tímar seinni enn Sólin.
Fyrra
kvartal
verður hetta nevnt ella
kvartalaskifti í fyll-
andi sól
(Mánin er tiltakandi, siga nógv).
Dagur
1...,192,193,194,195,196,197,198,199,200,201 203,204,205,206,207,208,209,210,211,212,...222
Powered by FlippingBook