Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 203

SÓLIN,JØR‹IN OG MÁNIN
201
Stendur Mánin t.d. eitt kvøldið sum í (1),
so stendur hann um somu tíð kvøldið
eftir 50 minuttir eystari, sum í (2).
Tíðin frá tendring til næstu tendring er
longri enn umferðartíðin. Í (1) er tendring.
Í (2), 27,3 samdøgur seinni, hevur Mánin
gingið eitt umfar um Jørðina. Í (3) er aftur
tendring 29,5 samdøgur (eina sól) eftir
tendringina í (1).
Í (5) er fullmáni. Vit siga, at nú er
full sól
, tí Mán-
in er
náttsólin
. Hann er andstaddur Sólini og er
hægstur á luftini (Mánin í suðri) um midnáttar-
leitið, og mánalýsi er alla náttina. So fer Mánin at
hvørva aftur. Í (7) er
seinna kvartal
ella
kvartala-
skifti í hvørvandi sól
(Mánin er avtakandi, siga
nógv). Tá er hann vestan fyri Sólina og sæst um
morgnarnar á eysturhimmalinum.
Jørðin gongur eystureftir um seg sjálva, tí er
dagliga gongdin hjá bæði Sól og Mána vestur-
eftir á luftini, men árið íkring ganga bæði Sól og
Máni eystureftir á luftini. Hetta stendst av tí, at
Mánin gongur eystureftir um Jørðina og Jørðin
somuleiðis eystureftir um Sólina. Mánin gongur
skjótari eystureftir enn Sólin og verður tí dag um
dag hægstur á luftini seinni enn Sólin. Vit siga, at
Mánin gongur um leið 50 minuttir eystureftir á
luftini í eitt samdøgur (tá rokna vit 24 tímar allan
vegin runt). Sí annars myndina ovast høgrumegin.
Til eitt umfar um Jørðina nýtir Mánin um leið 27,3
samdøgur, sum er umferðartíðin, men til hann
aftur hevur somu støðu á luftini sammett við Sól-
ina, gongur longri tíð. Tað er, tí at Jørðin um somu
tíð gongur um Sólina. Tíðin frá tendring til næstu
tendring, sum verður nevnd
ein sól
, er um leið 29,5
samdøgur. Tá ið føroyingar í gomlum døgum
roknaðu tíðina eftir Mánanum, høvdu allar sólirnar
navn: jólasól, torrasól, gøsól, einmánasól, gýtu-
sól, summarsól, økusól, sól í hoyna, sól í akur-
skurð, skurðsól, klippingsól og vetrarsól. Hesi heiti
síggjast stundum í álmanakkunum enn.
Mánin hevur stóra ávirkan á Jørðina. Hann skap-
ar flóð og fjøru og streymin í havinum. Tí mugu
teir, sum vilja roknast skilamenn á sjónum, hava
skil á støðuni hjá Mánanum á luftini.
(2)
(1)
Sólin
1...,193,194,195,196,197,198,199,200,201,202 204,205,206,207,208,209,210,211,212,213,...222
Powered by FlippingBook