Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 208

SÓLSKIPANIN
206
Jørðin.
Tá ið bitlar úr Sólini koma við ferð inn í magnetfeltið um Jørðina, verða teir tiknir í feltinum. Tá ið hesir bitlarnir
koma niður í lofthavið um pólarnar, fer luftin at lýsa. Hetta verður nevnt pólalýsa – norðlýsi á norðurhálvuni og
suðurlýsi á suðurhálvuni. Henda myndin av norðlýsi varð tikin á Bøllureyni 7/1-2003 kl. 23.30.
Jørðin
Jørðin er vøkur og virkin gongustjørna. Skýggini
hvít, og havið, sum er um 70% av ýtuni, skyggir
blátt. Um pólarnar er hon hvít av nógva ísinum.
Fjøll, skógarlendi, dyrkilendi og oyðimerkur
skyggja brúnlig, grønlig og gullig. Gos, skjálvtar
og meginlandarák siga frá støðugum broytingum
í jarðarskorpuni. Eitt yðjandi lív sermerkir Jørð-
ina. Í lofthavinum eru eini 21% oxygen og 78%
nitrogen. Jørðin hevur ein mána. Tvørmálið í Jørð-
ini er 12 756 km, og miðalfrástøðan frá Sólini er
1,000 AU.
1...,198,199,200,201,202,203,204,205,206,207 209,210,211,212,213,214,215,216,217,218,...222
Powered by FlippingBook