Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 210

SÓLSKIPANIN
208
Uranus.
Uranus
Í 1781 fann bretski stjørnufrøðingurin William
Herschel sjeyndu gongustjørnuna, sum hann
nevndi Uranus eftir grikska himnagudinum. Hon
hómast við berum eygum, men tá skalt tú vita,
hvar ið hyggjast skal. Eins og Jupiter og Saturn er
Uranus mest úr hydrogeni og helium. 15 mánar
(20, verða teir smæstu taldir við) ganga í ringrás
um Uranus. Tvørmálið er 51118 km, og miðal-
frástøðan frá Sólini er 19,218 AU.
Neptun.
Neptun
Neptun varð funnin í 1846. Í stødd og nøgd eru
Uranus og Neptun sum tvíburar, men Neptun er
so langt burturi, at hon sæst ikki við berum eyg-
um. Tvørmálið er 49 528 km, og miðalfrástøðan
frá Sólini er 30,110 AU. Vit vita um 8 mánar, sum
ganga um Neptun. –235°C eru máld á mánanum
Triton. Tað er lægsti hiti, ið máldur er í sólskip-
anini.
Pluto við mánanum Charon.
Pluto
Níggjunda og ytsta gongustjørnan er Pluto, sum
Clyde Thombaugh fekk eyga á í 1930. Pluto er so
kám, at hon sæst bara í stórum kikara. Tvørmálið
er 2 302 km, og miðalfrástøðan frá Sólini er
39,545 AU. Á Pluto munar sólarljósið lítið, og
hitin er um –230°C. Um Pluto gongur ein máni,
Charon nevndur. Hann varð funnin í 1978. Pluto
eitur eftir grikska gudinum Pluton, sum var gud-
ur fyri ríkidømi umframt myrkri og deyða. Charon
var ferjumaðurin, sum flutti tey deyðu um ánna
Styx til deyðans ríki. Nøvnini tykjast hóska væl.
1...,200,201,202,203,204,205,206,207,208,209 211,212,213,214,215,216,217,218,219,220,...222
Powered by FlippingBook