Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 204

SÓLIN, JØR‹IN OG MÁNIN
202
Eitt er við Mánanum, sum í fyrsta umfari kann
tykjast løgið. Hann vendir altíð somu hálvu móti
Jørðini. Av Jørðini ber tí ikki til at síggja, hvussu
rangan á Mánanum er vorðin.
Orsøkin er, at Mánin hevur
bundnan snúning
, t.e.,
snúningstíðin er júst tann sama sum umferðartíðin
um Jørðina, sí myndina omanfyri. Bundin snúning-
ur er vanligur í sólskipanini. Jørðin hevur brems-
að Mánanum, so hann hevur fingið bundnan snú-
ning. Tað sama hava aðrar gongustjørnur gjørt við
sínar mánar. Bundin snúningur er tí heldur regla
enn undantak.
Hvørt umfar um Jørðina ger Mánin ein
snúning um sína egnu ás. Í (1) vendir
pílurin móti Jørðini. Í (2) er Mánin komin
fjórðingin av einum umfari kring Jørðina.
Um somu tíð er pílurin snaraður júst
fjórðingin av einum umfari og vendir
framvegis móti Jørðini. Snúningstíðin er
nett tað sama sum umferðartíðin, og
Mánin vendir altíð somu hálvu móti
Jørðini.
Myrkingar
Rásirnar hjá Jørðini um Sólina og hjá Mánanum
um Jørðina eru ikki í sama flata. Munurin er eini
5°, so hesir tríggir himmalknøttir eru sjáldan á
linju, men tá ið tað hendir, verða myrkingar.
Mána-
myrking
er, tá ið Jørðin er ímillum Sólina og
Mánan (a), og
sólarmyrking
, tá ið Mánin er í-
millum Sólina og Jørðina (b), sí myndina niðan-
fyri.
Tó at full mánamyrking er (a), verður Mánin ikki
heilt myrkur. Ljósbrótingin í lofthavinum um Jørð-
ina ger, at bara teir reyðu ljósgeislarnir fella á
Mánan, sum tí verður myrkt koparlittur.
Í (a) kastar Jørðin skugga á Mánan, tá
er mánamyrking. Er Mánin allur í
skugganum, er full mánamyrking, men
er bara ein partur í skugganum, er lutvís
mánamyrking. Hetta er, tá ið Mánin fer
undir ella yvir jarðarskugganum. Mána-
myrkingar eru bara í fullari sól.
Mánamyrking
Sólarmyrking
(a)
(b)
Sólin
Jørðin
1...,194,195,196,197,198,199,200,201,202,203 205,206,207,208,209,210,211,212,213,214,...222
Powered by FlippingBook