Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 205

SÓLIN, JØR‹IN OG MÁNIN
203
Í (b) er tendring. Mánin er ímillum Sólina og Jørð-
ina, og skuggin av honum fellur á Jørðina. Tá er
sólarmyrking. Fjalir Mánin Sólina alla, er myrk-
ingin full. Er hann longst frá Jørðini, tá ið myrk-
ingin er, er hann ikki nóg stórur at fjala alt sól-
eygað. Mánin allur stendur beint fyri Sólini, men
sólrondin er øll undan. Tá er ringmyrking.
Full sólarmyrking er bæði merkilig og ógvuslig
at síggja. Tað ber væl til at rokna myrkingar út
frammanundan, og stjørnufrøðifeløg skipa javn-
an fyri ferðum, hagar full myrking er, tí hon sæst
bara um lítla vídd. Fullskuggin av Mánanum er í
mesta lagi er einar 300 km breiður. Í hesum skugg-
anum mást tú vera, skalt tú síggja fulla sólarmyrk-
9/1-2001 var full mánamyrking. Tær 24 myndirnar av Mánanum
vórðu tiknar Undir Brúnni í Havn 9/1-2001 kl.18.48 - kl. 21.56.
Myndin vísir eina lutvísa sólarmyrking,
sum var 30. mai 1984. Myndin er tikin
ígjøgnum eitt grønt sólfiltur. Gev tær
far um, at sólblettir eisini síggjast á
myndini, sum varð tikin í Hoydølum
um leið kl. 18.30.
ing. Full sólarmyrking var seinast í Føroyum 30.
juni 1954. Hon var um middagsleitið.
Nógv fólk sóu sólarmyrkingina, sum fór um
Evropa 11. august í 1999. Ein full sólarmyrking
verður aftur at síggja í Føroyum 20. mars 2015.
1...,195,196,197,198,199,200,201,202,203,204 206,207,208,209,210,211,212,213,214,215,...222
Powered by FlippingBook