Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 197

SÓLIN, JØR‹IN OG MÁNIN
195
Sól og Máni
At síggja til eru Sólin og Mánin merkiliga javnstór
á luftini. Blunda vit við øðrum eyganum, kunnu
vit í strektum armi fjala tey bæði við lítlafingri.
Men hvussu stórir hesir himmalknøttir veruliga
eru, kunnu vit bara siga nakað um, tá ið vit vita,
hvussu langt burturi teir eru. Eitt stórt ferðamanna-
skip sýnist jú minni, longri burtur tað kemur.
At finna frástøður í rúmdini hevur ikki verið lætt.
Tað hevur volt granskarum stórar trupulleikar. Ein
einfaldur háttur er vístur á myndini høgrumegin.
Her eru nakrar frástøður og tvørmál, sum teir hava
funnið.
Frástøður og tvørmál
Vit hava fyrr gjørt myndir um eitt hol. Set eitt
lítið hol í eitt pappír við eini stoppinál. Lat sólar-
ljósið falla vinkulrætt á pappírið. Halt eitt annað
pappír aftanfyri. Har sært tú eina mynd av Sólini.
So skalt tú leingja frástøðuna, til myndin er 1 cm í
tvørmál. Tú kanst t.d. tekna tvær javnfjarar strikur
á pappírið frammanundan. Tá ið myndin er 1 cm í
tvørmál, skalt tú mála frástøðuna ímillum pappír-
ini. Úrslitið verður gott og væl ein metur. Vita vit
frástøðuna, ber til at rokna, hvussu stór Sólin er,
sí høgrumegin.
Vita vit, hvussu langt er ímillum punktini
A og B og vinklarnar til lutin, kunnu vit
lættliga rokna strekkið R. Longri strekkið
R er, størri verða vinklarnir.
Hevði Sólin verið gott og væl 1 m
burturi, hevði støddin verið 1 cm. Var
hon gott og væl 2 m burturi, hevði
støddin verið 2 cm. Nú er Sólin 149 600
mió. m burturi, tí er støddin nakað minni
enn 149 600 mió. cm, t.e. nakað minni
enn 1 496 mió. m = 1496 000 km, og
tað passar jú væl eftir talvuni.
Sólin frá Jørðini:
149,6 mió. km
Mánin fra Jørðini:
384 400 km
Tvørmálið í Sólini:
1 391 400 km
Tvørmálið í Jørðini:
12 756 km
Tvørmálið í Mánanum:
3 476 km
.
.
1...,187,188,189,190,191,192,193,194,195,196 198,199,200,201,202,203,204,205,206,207,...222
Powered by FlippingBook