Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 201

SÓLIN,JØR‹IN OG MÁNIN
199
Árstíðirnar
Jørðin er ein av níggju gongustjørnum, sum ganga
um Sólina. Til eitt umfar um Sólina nýtir hon um
leið 365,25 samdøgur. Ásin, sum Jørðin melur um,
er ikki vinkulrøtt á umferðarflatan um Sólina (ásin
stendur ikki beint upp og niður á myndini niðan-
fyri). Ásin hevur eitt ávíst hall, nevnt
áshall
, sum
hjá Jørðini er 23,5° frá loddrættari linju á um-
ferðarflatan. Hetta hallið broytist ikki, sum árið
líður, og av tí standast árstíðirnar, t.e., at dagur og
nátt vera ikki altíð líka long. Hallið ger, at sól-
hæddin broytist, sum árið líður. Hægri Sólin stend-
ur á luftini, størri verður vinkulin við vatnrætt, og
longur Sólin stendur á luftini – meiri verður orkan,
sum sólarljósið letur frá sær.
Vit síggja alt hetta á myndini niðanfyri. 21/6 er
summar í Føroyum, tí norðurhálvan horvir
móti
Sólini. 21/12 er hávetur, tí tá horvir norðurhálvan
frá
Sólini. 21/3 og 21/9 stendur Jørðin soleiðis
fyri, at sólarljósið fellur vinkulrætt á snúnings-
ásina. Tá verða dagur og nátt líka long. Hetta
verður nevnt javndøgur,
várjavndøgur
um várið
og
heystjavndøgur
um heystið.
Um summarið (mynd a) stendur Sólin
høgt á luftini, og dagarnir eru langir. Orkan
er meiri. Um veturin (mynd b) stendur
Sólin lágt á luftini, og dagarnir eru stuttir.
Orkan er minni.
Myndin vísir tær fýra støðurnar, tá ið vit á
norðurhálvuni hava vetur, vár, summar og
heyst. Á sunnaru hálvu hava tey summar,
tá ið vit hava vetur og øvugt.
Set úrslitini í talvur sum hesa, sí
arbeiðsbókina.
Felagsroynd. Árstíðirnar
Vit kunnu nýta globusin frá undanfarnu felags-
roynd at fáa hilling á árstíðunum eisini. Nýt aftur
uppvørpuna til Sól og vita, um tú kanst vísa tær
fýra støðurnar á myndini niðanfyri. Met um,
hvussu langur dagurin er og náttin tann 21/3,
21/6, 21/9 og 21/12 í hesum trimum støðum:
1) Føroyum 2) Galapagos og 3) Sydney.
21/3
Sólarris
Sólsetur
Dagurin
Føroyar
kl.
kl.
tímar
Galapagos
kl.
kl.
tímar
Sydney
kl.
kl.
tímar
21/3 Vár
21/12
Vetur
21/6
Summar
21/9 Heyst
(a)
(b)
1...,191,192,193,194,195,196,197,198,199,200 202,203,204,205,206,207,208,209,210,211,...222
Powered by FlippingBook