Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 209

SÓLSKIPANIN
207
Myndin vísir bilin Sojourner, sum kannar
ein stein á Mars. Myndin er tikin úr
rúmdarfarinum Pathfinder, sum lendi á
Mars.
Mars
Mars er fyrsta gongustjørnan uttan fyri okkum frá
Sólini. Hon er væl minni enn Jørðin og vigar bara
av tí, Jørðin vigar. Tvørmálið er 6 794 km, og
miðalfrástøðan frá Sólini er 1,524 AU. Uttaná er
hon rustreyð. Lofthavið er ógvuliga tunt, trýstið
er bara av lufttrýstinum á Jørðini. Hitin er
ímillum 26°C um middagsleitið og –111°C beint
fyri sólarris. Týðilig tekin eru um turrar áir, so
onkuntíð hevur vatn runnið á Mars. Mars hevur
tveir smáar mánar. Teir eita Phobos og Deimos.
Jupiter.
Jupiter
Næst kemur Jupiter, sum er størsta gongustjørn-
an. Tvørmálið er 142 984 km; tað er um 10% av
tvørmálinum í Sólini, og miðalfrástøðan frá Sól-
ini er 5,203 AU. Jupiter vigar 318 ferðir so nógv
sum Jørðin. Hon er hin fyrsta av ytru gongustjørn-
unum, sum eru gassknøttir. Tær fýra innaru gongu-
stjørnurnar eru steinknøttir við fastari skorpu.
Jupiter er mest úr hydrogeni og helium og minnir
í evnasamanseting um stjørnurnar. Jupiter hevur
einar 16 mánar (39, verða teir smæstu taldir við).
Saturn.
Saturn
Saturn er sum Jupiter stórur gassknøttur. Evna-
samansetingin er hin sama, mest hydrogen og
helium. Nakað minni enn Jupiter er
hon, og har er kaldari. Tvørmálið er
120 536 km, og miðalfrástøðan frá
Sólini er 9,555 AU. Saturn hevur
29,5 ár um eitt umfar um Sólina. Um
Saturn er sjáldsom ringskipan, sum sæst
væl í kikara. Saturn hevur einar 18 mánar (30,
verða teir smæstu taldir við).
1
100
1
10
1...,199,200,201,202,203,204,205,206,207,208 210,211,212,213,214,215,216,217,218,219,...222
Powered by FlippingBook