Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 199

Jørðin melur um Sólina
Sólin er ógvuliga heit, inni í miðjuni næstan 15
mió. stig og uttaná eini 5800 stig. Frá hesi gløð-
andi gasskúluni fáa vit bæði ljós og varma.
Og vit mala um Sólina, eitt umfar um árið. Hugsa
tær ein hamarkastara. Áðrenn hann sleppur hamar-
inum, togar hann í bandið, sum heldur hamar-
inum. Alla tíðina togar hann hamaran til sín. Tí
gongur hamarin hesa løtuna í ringrás um hamar-
kastaran. Á sama hátt togar Sólin í Jørðina við at-
dráttarkraftini, og Jørðin gongur í ringrás um Sól-
ina. Vit kunnu ætla, at kraftin, sum heldur Jørðini
í ringrásini, er ómetaliga stór, men band er einki.
Hevði Jørðin verið still, hevði atdráttarkraftin
togað hana beina leið inn í Sólina, og so hevði hon
horvið har. Men Jørðin hevur ferð, og tí fer hon
áhaldandi at ganga um Sólina.
Í somu løtu, sum hamarkastarin sleppur hamar-
inum, fer hann úr ringrásini og fer sendandi av
stað. Hevði Sólin ikki togað í Jørðina, hevði hon
farið úr ringrásini og sendandi av stað út í rúmdar-
myrkrið.
Ferðin í hesi rørsluni um Sólina er stór, næstan
30 km um sekundið! Og tó merkja vit einki til
hesa ferðina. Vit merkja heldur ongan vind, tí alt á
Jørðini fylgir við, eisini luftin. Vit merkja jú held-
ur einki til ferðina, tá ið vit sita í einum flogfari,
sum fer við fúkandi ferð.
Tað er hesin árligi meldurin um Sólina, sum ger,
at ymisk stjørnumerki eru at síggja á himmalhválv-
inum alt eftir árstíðini.
SÓLIN, JØR‹IN OG MÁNIN
197
Sólin kemur upp í eystri og fer niður í
vestri. Tí siga vit, at sólin fer
vestureftir
á luftini. Upprunin til hesa rørslu er
snúningurin hjá Jørðini øvugtan veg, t.e.
eystureftir
. Allar rørslurnar á myndini
omanfyri eru eystureftir. Jørðin melur
eystureftir um Sólina. Sólin melur
eystureftir um sína egnu ás, sama gera
Jørðin og Mánin. Og Mánin melur
eystureftir um Jørðina.
1...,189,190,191,192,193,194,195,196,197,198 200,201,202,203,204,205,206,207,208,209,...222
Powered by FlippingBook