Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 194

RØRSLA OG KRAFT
192
Dømi
Eitt skip liggur stilt á sjónum, mynd (a). Tyngdin
virkar niðureftir, F
t
. Uppeftir virkar uppdriftin
F
upp
. Hesar báðar kreftir er javnstórar. Endalig
kraft er eingin, og skipið liggur stilt (vit rokna
sjálvandi ikki við rulli). Hetta er í samsvari við
1. lóg og við 2. lóg Newtons.
Nú koyrir skiparin á motorin, og ferð kemur á skip-
ið, mynd (b). Frameftir virkar motorkraftin F
m
, og
aftureftir gníggikraftin F
g
. Motorkraftin er størri
enn gníggikraftin, t.e., ein endalig kraft virkar á
skipið frameftir. Sambært 2. lóg hevur skipið tí
acceleratión frameftir, t.e., ferðin veksur.
Tá ið ein løta er farin, hevur skipið fingið javna
ferð. Tá er eingin ferðbroyting meira, t.e. eingin
acceleratión. Tá er endaliga kraftin á skipið null
sambært 2. lóg. Hvussu ber tað til? Jú, meðan
skipið veksur ferðina, veksur gníggikraftin. Tá ið
ferð er komið á skipið, javnviga gníggikraft og
motorkraft. Hesar kreftirnar hava øvugta kós, og
samanlagda vatnrætta kraftin verður so null. Vit
kunnu siga, at tá ið skipið siglir við javnari ferð,
fer øll motorkraftin til at vinna á gníggikraftini.
F
upp
F
t
mynd (a)
F
upp
F
t
F
m
F
g
mynd (b)
Dømi
Eitt sjónvarp stendur á einum borði, sí mynd (c).
Tyngdin togar í sjónvarpið við kraftini F
1
. Sjón-
varpið trýstir tí niður á borðið við kraftini F
1
, og
sambært 3. lóg trýstir borðið afturímóti við ein-
ari kraft F
2
, sum er líka stór, hevur øvugta kós og
virkar á sjónvarpið. Endaliga kraftin á sjónvarpið
er so statt 0. Tí verður sjónvarpið standandi stilt
sambært 1. lóg.
3. lóg verður eisini nevnd lógin um
ágerð
og
and-
gerð
(aktion og reaktión). Hugsa vit okkum, at eitt
lodd verður sett oman á sjónvarpið, verður kraft-
in frá sjónvarpinum á borðið (ágerðin) størri.
Sambært 3. lóg verður kraftin frá borðinum á
sjónvarpið (andgerðin) eisini størri.
Gev tær far um, at
ágerð og andgerð virka altíð
á hvør sín lut
. Í døminum omanfyri virkar ágerð-
in á borðið, andgerðin á sjónvarpið.
mynd (c)
F
1
F
2
1...,184,185,186,187,188,189,190,191,192,193 195,196,197,198,199,200,201,202,203,204,...222
Powered by FlippingBook