Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 185

RØRSLA OG KRAFT
183
Fyri at skilja truplar rørslur, mugu vit
skilja tær einføldu rørslurnar fyrst.
Í hesum fjórða og seinsta partinum í bókini fara
vit fyrst í stuttum at umrøða rørslur og upprunan
at rørslum. So fara vit at taka upp aftur táttin um
rúmdina úr
Alisfrøði og evnafrøði 1
, bæði viðvíkj-
andi rørslum og øðrum viðurskiftum í rúmdini.
Rørslur
Vit hava alla tíðina ein hóp av rørslum fyri eyg-
unum: fólk til gongu – rákið í luftini – streymin í
sjónum – fuglin á flogi – stráið, sum leiftrar í vind-
inum – skipið, sum rullar – fótbóltin, sum skrúvar
í mál – bilin, sum snarar um eitt horn o.s.fr.
Hóast summar rørslur eru ógvuliga fløktar, ber
kortini til at greina tær. Rørslulæra (kinema-
tikkur) er tann parturin í alisfrøðini, sum viðger
rørslur. Við at greina nakrar einfaldar rørslur
fyrst, verður lættari at skilja truplar og samansett-
ar rørslur. Vit fara nú at viðgera nakrar einfaldar
rørslur.
Í hesum sambandi tørvar okkum hesar alisfrøði-
ligu støddirnar:
heiti
tíð
strekki
ferð
acceleratión
tekn
t
s
v
a
heiti
sekund
metur
metur
sekund
metur
sekund
sekund
tekn
s
m
m
s
m
s
2
Stødd
Eind
ferð er
strekkisbroyting
tíð
eindin er
m
s
Ferðin er strekkisbroytingin hvørja tíðareind.
acceleratión er
ferðbroyting
tíð
eindin er
m
s
s
Acceleratión er ferðbroytingin hvørja tíðareind.
= m
s
2
,
,
1...,175,176,177,178,179,180,181,182,183,184 186,187,188,189,190,191,192,193,194,195,...222
Powered by FlippingBook