Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 183

SPARI‹ ORKU
181
Ókeypis varmi
Tað eru ikki bara radiatorar, ovnar, el-tól ella fólk,
sum verma eini hús. Annan varma, sum verma
húsini, nevna vit ókeypis varma.
Ein sólskinsdag merkist væl, at tað verður heitt
inni av sólini; serliga har sum vindeyguni venda
suðureftir. Tí er skilabetri at hava stór vindeygu
suðureftir enn norðureftir.
Kuldaskáp og frystiskáp lata eisini frá sær varma,
sum vermir húsini. So kunnu vit brenna tað
minni í oljufýrinum. Hesum stýra termostatarnir
í radiatorunum. Teir eru stillaðir soleiðis, at hitin
inni alla tíðina er passaligur.
Á sama hátt fáa vit eisini varma frá elektriskum
perum og elektriskum tólum sum heild. Øll orkan,
sum verður brúkt í einari peru, verður at enda til
varma, eisini orkan í ljósinum. Sama er við strúki-
jørnum, komfýrum, hárturkarum, sjónvørpum og
øðrum tólum.
Eitt fólk letur eisini varma frá sær, líka nógv sum
ein 100 W pera. Og væl meira, tá ið vit røra
okkum. Tá ið nógv fólk eru saman í veitslulag
merkist eisini væl, hvussu fólkini verma veitslu-
hølið.
Tað loysir seg at bjálva
Í Føroyum hevur vanligasta bústaðarmynstrið
leingið verið, at fólk hava egin hús. Tá ið fólk
seta sær fyri at byggja egin hús, ella tey keypa
eini liðug hús, binda tey seg at gjalda eina stóra
upphædd hvønn mánað í mong ár. Tí ræður um at
spara, har sum sparast kann. Ein møguleiki er at
bjálva væl, so varmarokningin verður sum minst.
Tá eru pengar at spara, og landinum tørvar ikki at
flyta inn so nógva olju.
Er talan um eini eldri hús, ræður um at kanna,
hvussu bjálvingin er. Tá kann støða verða tikin til,
um neyðugt er at eftirbjálva húsini.
Í arbeiðsbókini eru uppgávur, sum lýsa sambandið
ímillum ymsar byggihættir og varmarokningina.
Bjálvað verður við steinull. Veggurin er
betongveggur ímillum samanbygd hús.
Tí verður einki tjørupapp brúkt.
1...,173,174,175,176,177,178,179,180,181,182 184,185,186,187,188,189,190,191,192,193,...222
Powered by FlippingBook