Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 176

SPARI‹ ORKU
174
Felagsroynd. Hvør brennir seg fyrr
Tveir næmingar kappast. Annar (A) heldur á ein-
ari 20-krónu. Hin (B) festir í ein svávulpinn og
heldur beinan vegin logan undir kantin á 20-krón-
uni, sí myndina.
Hvør sleppur fyrr, A ella B?
Í royndini stríðist A við varmaleiðingina í penga-
num, B hugsar harafturímóti um tíðina, svávul-
pinnurin hevur at brenna.
Hvør brennir seg fyrr, A ella B?
Í arbeiðsbókini eru venjingar, har vit kanna
varmaleiðing í ymsum evnum.
Bæði í kantinum á penganum og í uttasta enda-
num á svávulpinninum setur login ferð á mýl-
rørslurnar í evnunum. Mýlini fara at sveiggja
skjótari og skumpa undir grannamýlini, so eisini
tey sveiggja skjótari.
Soleiðis verður sveiggiorkan so við og við flutt til
hini mýlini bæði í penga og svávulpinni.
Tað skilst, at henda varmaleiðingin er størri í peng-
anum enn í svávulpinninum. Í svávulpinninum er
varmaleiðingin so lítil, at pinnurin sloknar, áðrenn
alt træið í honum er brent.
Varmaleiðing í einum evni er tað, at
mýlini í evninum flyta sveiggiorku til
grannamýl.
A
B
1...,166,167,168,169,170,171,172,173,174,175 177,178,179,180,181,182,183,184,185,186,...222
Powered by FlippingBook