Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 170

VARANDI ORKUKELDUR
168
Um at brúka varandi orkukeldur
Vindur og streymandi vatn eru varandi orkukeld-
ur. Tær verða mest brúktar til at reka generatorar,
sum gera elektriskan streym. Streymin brúka vit til
ljós og onnur endamál.
Sólin ger eisini hesar orkukeldurnar. Sólarljósið
fær vatnið í sjónum at dampa burtur. Dampurin
verður til skýggj, sum seinni lata vatnið frá sær
aftur sum regn ella kava.
Regnið og kavin, sum bráðnar, gera áir og fossar,
sum flyta vætuna aftur á sjógv.
1...,160,161,162,163,164,165,166,167,168,169 171,172,173,174,175,176,177,178,179,180,...222
Powered by FlippingBook