Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 163

VARANDI ORKUKELDUR
161
Kuldaskápið sum varmatól
Eitt kuldaskáp virkar á tann hátt, at tað flytur
varmaorku úr skápinum út í umhvørvið. Tí kólna
vørurnar, sum verða goymdar í skápinum.
Varmin fer út í luftina aftan fyri skápið. Tað kanst
tú vissa teg um, heldur tú hondina aftur um skápið,
meðan tað gongur.
Hvussu virkar eitt kuldaskáp
Í kuldaskápinum eru rør við løgi, sum lættliga
dampar, t.d. freon. Freon-løgur dampar væl burt-
ur, eisini tá ið hitin er lágur.
Ein pumpa pumpar alla tíðina dampin burtur frá
løgnum, sum tí áhaldandi kann dampa burtur.
Dampingin krevur varma, og hann verður tikin úr
skápinum. Hetta er, sum tá ið vit lótu acetone
dampa úr einum vattklodda, sum varð bundin um
eitt termometur.
Kuldaskáp lata umhvørvinum varman,
sum tikin verður úr skápinum.
Myndin vísir, hvussu eitt kuldaskáp
virkar. Dampurin, sum hevur varma-
orkuna í sær, verður pumpaður út úr
skápinum í eina rørskipan aftan fyri
skápið. Pumpan, sum eisini verður
nevnd kompressari, trýstir dampin
saman, so hann aftur verður til løg. Tá
verður varmorkan frígjørd aftur. Tættaði
løgurin rennur ígjøgnum eitt klænt rør
aftur inn í skápið til køliplátuna, og til-
gongdin endurtekur seg.
Kuldaskápið kølir soleiðis matin, men
vermir samstundis køkin!
Her dampar løgurin.
Kølipláta
Her tættist løgurin.
Pumpa (kompressari)
Klænt rør at
leiða løgin
aftur til
skápið.
Gamla kuldaskápið hjá okkum
er ein frálíkur ovnur.
1...,153,154,155,156,157,158,159,160,161,162 164,165,166,167,168,169,170,171,172,173,...222
Powered by FlippingBook