Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 155

VARMI OG ORKA
153
Vit kanna orkuinnihaldið í vatni, sum er 100°C, og
í vatndampi, sum eisini er 100°C.
Tí kann dampur vera vandamikil
Royndin frammanfyri vísti, at dampurin goymir
væl meiri orku enn vatnið. Tí ber eisini til at goyma
stórar orkumongdir, gera vit vatn til damp. Orkan
fæst aftur, gera vit dampin um aftur til løg. So-
leiðis er eisini við øðrum evnum.
Dampur í innihita
Summir løgir dampa burtur, hóast vit ikki verma
teir. Tað kunnu vit vísa við einari einfaldari roynd
við evninum acetone, sum verður brúkt at taka
burtur naglalakk.
Tá ið vit lata damp fara út í umhvørvið,
missa vit nógva orku.
á kók, og dampur streymar úr glasrørinum, sum
myndin niðriundir vísir.
Glasrørið verður sett niður í vatnið í hinum máli-
glasinum, so dampurin kann verma kalda vatnið.
Dampurin tættist beinanvegin, og tá ið vatnskorp-
an er sum í fyrra glasinum, verður damprørið tikið
burtur.
Rørt verður við termometrinum og hitavøksturin
lisin. Úrslitið verður skrivað á talvuna.
Var byrjanarhitin í kalda vatninum tann sami, ber
nú til at bera saman hitavøksturin, sum kom av 5
mL av heitum vatni (sum er 100°C), við hitavøkst-
urin, sum stavar frá somu nøgd av dampi (sum
eisini er 100°C).
1...,145,146,147,148,149,150,151,152,153,154 156,157,158,159,160,161,162,163,164,165,...222
Powered by FlippingBook