VARMI OG ORKA
149
Føroyar flyta inn nógva orku
Í Føroyum eru vit ógvuliga bundin at oljuinnflutn-
ingi úr útlondum.
Oljuna brúka vit at reka skip og virki, til upphiting
heima við hús, á virkjum og stovnum, og nakað
verður brúkt at reka ferðsluna á landi og í luftini.
Ein partur av elmegini verður gjørdur við vatn-
orku, men í stóra orkuroknskapinum munar hetta
lítið, bara nøkur fá prosent.
Ein vindmylla er, sum ger streym, og nøkur sól-
orkupanel verða brúkt at reka vitar og siglingar-
ljós.
Nakað av koli verður høgt í Hvalba, og eitt sindur
av koli og brennikubbum verður innflutt. Eisini
flyta vit inn eitt sindur av gassi.
Viðvíkjandi orkuinnflutningstølum verður víst til
Árbók fyri Føroyar.
Orka í ymsum brennievnum
Tá ið vit brenna ymisk evni, t.d. olju, kol, gass ella
træ, verður orkan í evnunum frígjørd. Vit nevna tí
hesi evni
orkukeldur
.
Tess meiri varmaorka verður frígjørd fyri hvørja
vekteind av evninum, vit brenna, tess størri er
orkuinnihaldið
í tí. Í talvuni ber til at bera saman
orkuinnihaldið í nøkrum evnum:
Í arbeiðsbókini eru uppgávur, sum kunnu geva tær
ein varhuga av, hvussu prísurin er á teimum ymsu
brennievnunum.
Evni
gevur somu varmaorku sum
1 kg av koli
0,81 litrar av olju
1 kg av bókartræi
0,40 litrar av olju
1 kg av jarðgassi
1,38 litrar av olju
Myndin vísir fiskifør við kai um
árskiftið. Fiskiflotin brúkar um-
leið helvtina av allari olju-
nýtsluni í Føroyum.