Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 149

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
147
Dømi um termostat, sum stýrir elek-
triskum streymi eftir hitanum.
Stongin verður skift um við eina flata tvímetalál
av jarni og messingi, og royndin endurtikin.
Yvirsíðan á álini er jarn, og undirsíðan messing.
Bæði evnini vaksa, tá ið tey verða heit, men
messing veksur meira enn jarn. Tí bogar álin upp-
eftir, sum myndin vísir.
Ein tvímetalál er tvey metal
samanklinkað ella fest á annan hátt.
At stýra hita við termostati
Myndin høgrumegin vísir, hvussu ein einfaldur
termostatur kann virka.
Hesin termostaturin stýrir elektriskum streymi,
t.d. til ein elektriskan ovn.
Tá ið streymurin verður tendraður, verður ovnur-
in heitur. Luftin ornar, og tvímetalálin bogar, sum
myndin vísir. Tá ið hitin er nóg nógvur, bogar ál-
in so nógv, at hon sleppir kontaktini, og streym-
urin verður slitin.
So kólna ovnurin og luftin, og tá ið ein løta er
farin, er bogin í álini minkaður so mikið, at kon-
taktin tendrar aftur.
Soleiðis tendrar og sløkkir termostaturin alla tíð-
ina streymin, so hitin í stovuni verður javnur.
Við stilliskrúvuni ger brúkarin av, hvussu nógvur
hitin skal vera. Longri skrúvan verður skrúvað inn,
longur verður, til álin sløkkir streymin, og heitari
verður inni.
Streymur til
el- ovnin.
Stilliskrúva
Fjøður
Kontakt
Messing
Frá streymkeldu
Jarn
Tvímetalál
Hitin fær
tvímetalálina
at boga
Í arbeiðsbókini er ein venjing, har tit sjálv sleppa
at gera ein termostat.
1...,139,140,141,142,143,144,145,146,147,148 150,151,152,153,154,155,156,157,158,159,...222
Powered by FlippingBook