Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 142

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
140
Myndin vísir ein ovn við skorsteinsrøri
og skorsteini. Innmúraðu kaklarnir eru
ein gomul uppfinning. Teir stava frá teirri
tíðini, tá ið ovnar vórðu gjørdir úr
leirkrukkum. Kaklarnir geva ovninum
størri ýtumál, so hann vermir betur.
Nútíðar brenniovnur.
Ovnurin
Við skorsteininum bar til at skipa húsainnrætting-
ina øðrvísi. Føroyska roykstovan hevði opið tróð-
ur, og ljósið kom niður ígjøgnum ljóaran. Nú bar
til at hava loft, og húsini fingu fleiri vindeygu.
Ovnar kundu verða settir upp í fleiri rúmum við
skorsteinsrøri til sama skorstein.
Ovnarnir fingu rist, og øskan datt niður í øsku-
skuffuna. Øskuna bóru tey út á øskudungan. Í køk-
inum høvdu tey komfýr, sum brendi torv ella kol
– føroyskt ella enskt.
Heilt upp í 1960' árini sóust stoypijarnsovnar. Tá
fóru fólk at fáa sær miðstøðuhita (sentralvarma).
Her er skipanin tann, at ein einstakur ovnur vermir
vatn, sum ígjøgnum eina rørskipan verður leitt í
radiatorar ymsastaðni í húsunum. Í fyrstuni brendu
fólk við, kol ella koks í hesum ovnum.
Seinni komu ofjufýrar, sum eru vanligar nú á døg-
um. Eini vanlig sethús munnu brúka um 4 tons av
olju um árið til varma og heitt vatn.
Í seinni tíðum eru fólk aftur farin at fáa sær ovn-
ar, men tað man mest vera fyri hugnan. Nógv
halda, at varmin frá einum brenniovni er hugnalig-
ari enn varmin frá radiatorunum.
Skorsteinur
Innmúraðir kaklar
Rist
Øsku-
skuffa
1...,132,133,134,135,136,137,138,139,140,141 143,144,145,146,147,148,149,150,151,152,...222
Powered by FlippingBook