Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 148

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
146
Termostatur til el-ovn.
Termostatar
El-ovnar hava vanliga ein termostat, sum tryggj-
ar, at luftin í stovuni hevur javnan hita.
Termostaturin verður stillaður á eitt ávíst hitastig.
Hann stýrir so streyminum til el-ovnin, so hitin er
javnur. Er ov heitt, sløkkir termostaturin elektriska
streymin. Er ov kalt, tendrar hann streymin aftur.
Eisini í radiatorunum í miðstøðuskipanini eru
termostatar. Pumpan pumpar heita vatnið runt í
skipanini, men termostatarnir stýra vatnstreym-
inum í radiatorunum. Er ov heitt inni, skrúva teir
fyri vatnstreyminum, er ov kalt, lata teir upp, og
meiri heitt vatn streymar ígjøgnum radiatorin. Í
termostatum brúka vit, at føst evni víðka seg út,
tá ið tey verða heit. Tað kanna vit í felagsroynd-
ini niðanfyri.
Felagsroynd. Hitavíðkan
Vit spenna upp eina metalstong, sum myndin vís-
ir. Við lampu og linsu (+10) verður gjørd ein størri
mynd av stongini á talvuna ella á ein skerm. Endin
á stongini verður uppmerktur við loddrættari
blýantsstriku.
So verma vit varisliga stongina við gassloganum.
Á skuggamyndini sæst, at stongin víðkar seg út og
verður longri.
1...,138,139,140,141,142,143,144,145,146,147 149,150,151,152,153,154,155,156,157,158,...222
Powered by FlippingBook