Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 141

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
139
Upphiting og eingin roykur
Ein hent uppfinning var bíleggarovnurin. Í Føroy-
um hava bíleggarovnar úr jarni verið brúktir. Ovn-
urin, sum í høvuðsheitum var ein jarnkassi, kundi
standa aftrat vegginum móti roykstovuni. Ígjøgn-
um eitt hol í vegginum kundu tey so roykstovu-
megin leggja gløður í ovnin. Soleiðis kundu tey
sita fjálgt í glasstovuni og samstundis sleppa undan
nógva roykinum í roykstovuni.
Bíleggarovnar hava verið brúktir síðan
6. øld. Fyrst vórðu teir múraðir upp;
seinni vórðu teir stoyptir úr jarni. Í
Føroyum vórðu teir t.d. brúktir ímillum
roykstovu og glasstovu, sí mynd
vinstrumegin. Ovnurin er ein jarnkassi,
sum er opin í teirri síðuni, sum ikki
sæst. Tann vegin løgdu tey í roykstovuni
torveld í ovnin; soleiðis kundu tey sita
heit í glasstovuni og sleppa undan
nógva roykinum í roykstovuni.
Heit luft frá eldstaðnum víðkar
seg út og fer uppeftir, tí heit luft
er lættari enn køld luft. Roykurin
verður tí sogin upp ígjøgnum
skorsteinin, og nýggj luft, sum
kann nøra eldin, streymar til. Ein
góður skorsteinur er soleiðis
fyritreytin fyri, at eldurin kann
brenna væl.
Skorsteinurin
Skorsteinurin var eitt heilt stórt framstig, men hetta
framstigið kom ikki í einum. Tað vóru nógv stig
frá ljóaranum í takinum til tann fullmenta skor-
steinin – heilt frá einfaldum royndum at leiða
roykin frá eldstaðnum upp til ljóaran til okkara
nýmótans skipanir við skorsteinum, oljufýrum og
brenniovnum.
Í arbeiðsbókini eru venjingar við einfaldum roynd-
um at vita, hvussu ein skorsteinur virkar.
Heit luft úr eldstaðnum fer
upp ígjøgnum skorsteinin.
Nýggj luft
streymar til
eldin.
Her vórðu
gløður lagdar í
bíleggarovnin
Bíleggarovnur á Hoyvíksgarði.
1...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...222
Powered by FlippingBook