Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 132

VIT KYNDA ELD
130
Eldurin – vandamikla amboð
menniskjans
Eitt er, sum vit menniskju hava fram um øll dýr. Vit
duga at brúka eldin. Dýr brúka ikki eld – flestu dýr
eru bebbarædd fyri eldi.
Kunnleiki til eld hevur verið eitt hent amboð, tá ið
menniskjan breiddi seg um alla Jørðina.
Norðbúgvarnir, sum komu til Føroya, hava kanska
havt eld við sær á skipunum. Teir hava, ið hvussu
er, dugað at kynt eld.
Flintsteinur er funnin í Føroyum. Hann hevur helst
verið brúktur sum eldsteinur. Steinurin varð slig-
in á eitt stálpetti,
eldstál
. Tá komu neistar, sum
vórðu brúktir at festa í við. Neistar koma eisini,
sláa við tvær tinnur saman.
At eldurin var teimum gomlu hentur, sæst best av
gamla orðatilfarinum. Var eldurin sloknaður, fóru
tey út í onnur hús »at biðja sær lív«. Og enn verð-
ur sagt um hús, har seinasta búfólkið er farið, at
»nú er øskukalt undir lonini«.
1...,122,123,124,125,126,127,128,129,130,131 133,134,135,136,137,138,139,140,141,142,...222
Powered by FlippingBook