Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 128

ELEKTROMAGNETISMA OG LJÓ‹
126
So seta vit styrkjaran ímillum útvarpstólið og há-
talaran, sum myndin vísir. Tann streymurin, sum
ikki fer í basisgreinina, fer nú at sveiggja í takt við
streymsveiggini úr útvarpstólinum. Tí fer eisini
basisstreymurin at sveiggja, og hesi streymsveiggj
verða styrkt í collector-emitter greinini.
Ljóðið úr hátalaranum, sum er tvørbundin í peru-
na, verður tí harðari enn fyrr.
Skrúva nú peruna úr. Tá verður streymurin enn
sterkari og ljóðið somuleiðis.
Er óljóð, ber til at skrúva útvarpstólið meira niður.
Vit kunnu eisini sleppa undan óljóði, binda vit
minus-pólin á streymkelduni í styrkjaranum í
okkurt metal (jørð) á útvarpstólinum.
Skrúva nú so passaliga frá, at ljóðið verður so hart
sum møguligt, so at einki óljóð er.
At enda seta vit aftur hátalaran beinleiðis í út-
varpstólið, so at vit hoyra munin.
Nú hoyri eg næstan einki!
1...,118,119,120,121,122,123,124,125,126,127 129,130,131,132,133,134,135,136,137,138,...222
Powered by FlippingBook