Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 127

ELEKTROMAGNETISMA OG LJÓ‹
125
Ein einfaldur styrkjari.
Styrkjari
Ljóðið úr móttakaranum í einum útvarpstóli er so
veikt, at tað verður sent ígjøgnum ein innbygdan
styrkjara, áðrenn tað kann fara í hátalararnar. Ein
einstakur transistorur kann gera góðan mun, men
í veruligum styrkjarum eru nógvir trans-
istorar og aðrir komponentar bygdir
saman. Styrkjarin styrkir ljóðið
eftir vild og tryggjar, at ljóðið
er sum best.
Felagsroynd. Ein einfaldur styrkjari
Útvarpstólið verður sett á onkra støð, sum hoyrist
væl, og ein eykahátalari (150
) settur í. Ljóðið
verður skrúvað niður, so tað hoyrist næstan ikki.
Vit skulu nú styrkja hesi veiku signalini.
Stilla upp sum myndin vinstrumegin vísir. Frá +
gongur ein veikur streymur ígjøgnum ovaru 10
k
mótstøðuna. So fer streymurin í tvey; annar
parturin fer ígjøgnum niðaru 10 k
mótstøðuna,
og tað, sum eftir er, fer inn í basisgreinina í tran-
sistorinum. Basisstreymurin ger, at transistorurin
letur upp fyri einum nógv størri streymi í collec-
tor-emitter greinini, so peran lýsir.
1...,117,118,119,120,121,122,123,124,125,126 128,129,130,131,132,133,134,135,136,137,...222
Powered by FlippingBook