Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 129

ELEKTROMAGNETISMA OG LJÓ‹
127
Ljóðlega
Tað ber til at seta ljóð upp í tølum. Tað kann vera
ein hátalari ella annar ljóðgevi, sum sendir ljóð út
í eitthvørt evni, t.d. luft.
Effektin í ljóðinum, sum rakar ein flata, verður
máld í watt. 1 W = 1 .
Ljóðstyrki
verður máld í .
Minsta ljóðstyrkin, sum eitt vanligt oyra kann
hoyra, er 10
–12
.
Tá ið ljóðið hevur hesa minstu styrkina, siga vit,
at
ljóðlegan
er 0 dB. Ljóðlega verður skrivað L, og
eindin dB verður nevnd
desibel.
Ljóðlegan er ásett soleiðis, at hvørja ferð ljóð-
styrkin verður tíggjufaldað, veksur ljóðlegan 10 dB.
Soleiðis virkar hoyrn okkara. Verður ljóðstyrkin
hundraðfaldað, veksur ljóðlegan 10 + 10 = 20 dB
o.s.fr.
Kanningar hava víst, at fólk, sum arbeiða leingi í
nógvum larmi, fáa hoyrnarskaða. Tí eru reglur
settar fyri, hvussu nógvur larmur í miðal kann
vera á einum arbeiðsplássi.
Í kunngerð nr. 134 frá 4. september 1995 ummark-
virði fyri óljóð á arbeiðsplássum stendur í §3:
»Eingin persónur má ávirkast av óljóði yvir 85
dB*, tá arbeitt verður«.
Í § 7 stendur:
»Er óljóðið yvir 80 dB*, má arbeiðsgevarin bara
lata arbeiðið gera, um góðkend hoyrnarvernd er
til taks.«
* Nevndu tøl eru miðalvirði roknað fyri 8 tíma
arbeiðsdag eftir serligum reglum.
LJÓÐLEGA
Ljóðstigi frá hoyrnarmarki til pínumark.
130
120
110
100
90
80
70
60
50
40
30
20
10
0
L
Pínumark
Hoyrnarmark
dB
J
s
W
m
2
W
m
2
1...,119,120,121,122,123,124,125,126,127,128 130,131,132,133,134,135,136,137,138,139,...222
Powered by FlippingBook