Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 137

VIT KYNDA ELD
135
Tað merkist, at tað er svávul, sum brennur, tí vit
lukta svávuldioxidið:
Her sæst, hvar ið fosforið á
svávuldósini brann.
Tá ið vit strúka svávulpinnin eftir svávuldós-
ini tendrar fyrst nakað av fosforinum, sum er
á dósini. Oxygenið til brenningina stavar frá
evnum á svávulpinninum. Aftaná ber til at
síggja, hvar fosforið brann.
1.
Tá ið eldur kemur í fosforið, veksur hitin so
nógv, at svávulið í svávulpinninum tendrar. So
brennur svávulið, meðan tað bindur seg til oxy-
genið í evnunum í svávulpinninum.
2.
Login vermir paraffinið, sum fer at brenna. Nú
fyrtstani verður oxygen úr luftini brúkt í brenn-
ingini.
3.
Av brennandi paraffininum verður træið so
heitt, at eldfimt gass fer úr tí, og eldur kemur í
gassið.
4.
Tá ið paraffinið brennur, kolast træið upp, men
hongur framvegis saman, so logandi petti detta
ikki niður.
5.
Í arbeiðsbókini fara vit at kanna svávulpinnar
betur.
Svávulið brennur.
Paraffinið brennur.
Eldfimt gass brennur.
Brendi svávulpinnurin.
S + O
2
SO
2
1...,127,128,129,130,131,132,133,134,135,136 138,139,140,141,142,143,144,145,146,147,...222
Powered by FlippingBook