Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 145

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
143
Varmastreymar í luft
Eisini luft víðkar seg út, tá ið hon verður heit.
Lætta, heita luftin fer uppeftir. Hugsa vit okkum,
at sólin vermir landið ein góðveðursdag, fara heit-
ir luftstreymar uppeftir.
Bæði fuglur og fólk á flogi kunnu gera gagn av
hesum, sí myndina.
Varmastreymar eru eisini týdningarmiklir fyri hita-
viðurskiftini í húsum. Tað kunnu vit vísa við ein-
ari felagsroynd.
Felagsroynd. Luftstreymar í stovu
Vit hava eitt stórt kar av plexiglasi. Í karið (stov-
una) seta vit eitt varmatól, sum vit hugsa okkum
er undir vindeyganum. Undir varmatólið seta vit
tvær smáar postalínsskálir. Í aðrari er fullsterk
saltsýra, í hinari ammoniakk. Millum hesi evnini
fer fram ein tilgongd, sum gevur hvítan royk.
Fyrimynd av luftstreymum í stovu.
Varmatólið er gjørt úr einum konstantantráði, sum
er 0,5 mm tjúkkur og 80 cm langur. Tráðurin er
vundin upp á eina glasstong. Stongin hongur 10
cm yvir gólvinum í karinum (stovuni).
So leggja vit lok á karið. Til lok hava vit eitt papp-
petti. Vit seta so 6 V á leidningarnar til varmatólið.
Tá sæst, at luftin í karinum fer at streyma, sum
myndin vísir. Á henda hátt kemur meldur í luft-
ina, og hitin fer um alt karið.
Verður ein radiatorur settur undir einum vind-
eyga, verður kalda luftin frá vindeyganum beinan
vegin heit og fer uppeftir. Hetta tryggjar, at luftin,
sum fer fram eftir gólvinum longu frammanund-
an er vermd við radiatorin.
Myndin vísir, hvussu luftin streymar í
stovu við radiatori.
1...,135,136,137,138,139,140,141,142,143,144 146,147,148,149,150,151,152,153,154,155,...222
Powered by FlippingBook