Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 146

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
144
Í gomlum døgum var fótkalt
Gomlu brenniovnarnir skuldu hava samband við
skorsteinin. Teir vórðu tí settir við ein innvegg.
Tað gjørdi, at lufstreymurin í stovuni fór øvugtan
veg. Tí varð køld luft frá vindeyganum sogin fram
eftir gólvinum, áðrenn hon ornaði við ovnin. Tí
var ofta so fótkalt í stovunum í gomlum døgum.
Fjarhiti
Tó at øll nú hava miðstøðuhita, hava ikki øll egn-
an ketil. Er talan um samanbygd hús og íbúðir, er
skipanin ofta tann, at ein stórur miðstøðuketil, í
einum fýrrúmi fyri seg, letur øllum íbundnu hús-
unum og íbúðunum varma og heitt vatn.
Verður orkan veitt langa leið, nevna vit tað fjarhita.
25. august 1988 stovnaðu Tórshavnar kommuna og
SEV P/f Fjarhitafelagið í Havn, og í februar 1991
høvdu tey lagt einar 18 km av vælbjálvaðum rør-
um. 1. mars 2002 vóru í felagnum 10 stovnar og
virki umframt eini 400 vanlig húsarhald. Felagið
veitir viðskiftafólkunum varma og orku, sum svar-
ar til nýtsluna hjá um leið 500 sethúsum.
Fjarhitafelagið hevur samband við brennistøðina
á Sandvíkahjalla, og um leið 80% av veittu ork-
uni eru spillorka frá brennistøðini. Hini 20% eru
úr tveimum ketlum á Hjalla. Hesir ketlar brenna
reinsaða spillolju frá oljureinsiverkinum á Kambs-
dali. Herumfarmt hevur felagið tveir ketlar til at
taka úti í økjunum. Teir brenna gassolju.
Í Fjarhitafelagnum eru t.d. Hoyvíkar Skúli, tveir
barnagarðar, og býlingarnir millum Gilja, eystan
Gil, Lítlagil og Inni á Gøtu.
Ætlanin var upprunaliga, at felagið skuldi hava
samband við elverkið á Sundi, tí har er heilt nógv
spillorka at fáa, men enn hevur tað ikki verið neyð-
ugt at binda Sundsverkið í. Brennistøðin kann,
gerst tað neyðugt, veita felagnum dupult so nógva
orku sum nú.
Viðskiftafólkini hjá
Fjarhitafelagnum
hava ikki egnan
oljufýr. Í staðin
hava tey eitt
fjarhitaskáp.
Í skápinum eru
varmavekslarar,
ventilar og víðkanar-
tangi. Harumframt eru hitamálarar og
ein málari, sum málar vatnnøgdina,
sum fer ígjøgnum skipanina. Soleiðis
ber til hjá felagnum at rokna, hvussu
nógv brúkarin skal gjalda.
1...,136,137,138,139,140,141,142,143,144,145 147,148,149,150,151,152,153,154,155,156,...222
Powered by FlippingBook